Í gomlum døgum vóru tað ketubrøvini, sum til tíðir floymdu yvir landið, og við Harlekin-brøvunum, sum vórðu send fyri eini 20 árum síðani, hildu øll seg hava møguleika at vinna milliónina. Men við nýggju sosialu miðlunum – eitt nú Facebook – kunnu hóprørslur, sum vit hava sæð við hoppi-dilluni, breiða seg við fúkandi ferð.
Siga vit sum útgangsstøði, at hvør persónur, ið kavar útí, tilnevnir tríggjar vinir, og hvør av hesum ger tað sama, áðrenn eitt samdøgur er liðið, so ganga bara 11 dagar, áðrenn hvør livandi sál her á landi hevur lopið. Og heldur gongdin fram uttanlands, eru talið 1,6 mió eftir tveimum vikum. Tá er fortreytin sjálvandi, at øll taka við avbjóðingini, og at tað altíð er ein higartil ónevndur persónur, sum fær avbjóðingina.
Væl vitandi, at summir persónar fáa fleiri tilnevningar, og at ikki øll taka við avbjóðingini, so vísir talvan niðanfyri týðiliga, hvussu skjótt ein slík hóprørsla tekur dik á seg í hesum facebook-tíðum. Samstundis er hetta eisini orsøkin til, at hóprørslan steðgar eins brádliga, sum hon er íkomin. Snøgt sagt tí tað ikki eru fleiri persónar eftir at tilnevna.
Dagur luttakarar
1 1
2 3
3 9
4 27
5 81
6 243
7 729
8 2.187
9 6.561
10 19.683
11 59.049
12 177.147
13 531.441
14 1.593.323