Ektaður indiskur matur á ólavsøku

Keka fer at borðreiða við forkunnugum mati úr heimlandinum

Á ólavsøku verður møguligt at keypa forkunnugan indiskan mat í Vágsbotni.

 

Kokkurin, Srikanya Nandi, sum vanliga verður nevnd Keka, leggur stóran dent á, at maturin er ektaður og veruliga umboðar matmentanina í India. Eitt nú keypir hon krydd til matgerina úr India.

 

Keka starvast dagliga í køkinum í Sirkus í Havn. Í fjør byrjaði hon so smátt at gera mat har um kvøldarnar, men við tíðini blivu rættir hennara so væl umtóktir, at hon nú borðreiðir við teimum í Sirkus hvønn gerandisdag. Á ólavsøku fer Keka at selja nakrar av sínum ektaðu indisku rættum úti á torginum í Vágsbotni.

 

Í 2001 flutti Keka til Føroya saman við manni sínum, Aritra, sum tá byrjaði í starvi sum venjari hjá føroyska badmintonlandsliðnum. Í 2004 fluttu tey aftur til India, men børnunum longdust aftur, og í 2008 gjørdu tey av, at famlijan skuldi liva í Føroyum. 

 

Keka frøðist um stóra eftirspurningin eftir mati sínum, og hon gleðir seg til at nøkta svongdina hjá ólavsøkugestunum í Vágsbotni, bæði við størri og smærri rættum.

 

- Til ber at keypa máltíðir av vanligari stødd, men vit borðreiða eisini við smærri rættum, eins og á einum matmarknaði, sum eru skjótir at gera og handa yvirum diskin. Tað hóskar seg væl at fáa sær ein smærri bita í hondina, áðrenn leiðin gongur víðari, sigur Keka.

 

Bæði kjøt-rættir og veganskir rættir eru á matarkortinum hjá Keku.