Løgtingið samtykti í gjár at fólk, sum keypa el- ella vetnisbilar, skulu fáa upp í 70.000 krónur av meirvirðisgjaldinum endurrindað, tá tey keypa sær nýggjan bil.
SEV og Føroya landsstýri hava sum mál, at í 2030 skal øll fersla á føroysku vegunum verða el- ella vetnisrikin og fyri at skunda undir hetta orkuskiftið í ferðsluni, at fáa fólk at skifta frá oljubilum til elbilar.
Løgtingið ásannar, at el- og vetnisbilar eru nakað dýrari enn aðrir bilar, og tí er nú samtykt, at í eitt tvey-ára skeið kunnu fólk fáa upp í 70.000 krónur av mvg’num afturborið, tá tey keypa sær ein nýggjan sonevndan “grønan” bil.
Uppskotið møtti tó ikki sørt av mótstøðu á vegnum. Andstøðan kallaði hetta fyri umvendan Robin Hood politikk. Hon vildi vera við, at tað bara eru tey múgvandi, sum hava ráð at keypa el-bilar og tí fór tað at vera at taka av skattakrónunum hjá okkum øllum (mvg-inntøkuni) til at stuðla teimum ríku at ogna sær luksus el-bilar, skrivaði hon í álitinum frá fíggjarnevndini.
Hon mælti tí til eisini at lata hybrid-bilar verða fevndar av uppskotinum. Hybrid-bilar eru væl bíligari enn el- og vetnisbilar, men av tí at teir nýta olju og dálka nakað meiri, vildi meirilutin í fíggjarnevndini ikki taka undir við hesum broytingaruppskotinum. Tað gjørdi meirilutin (samgongan) í tinginum heldur ikki.
Mest atfinningarsom móti uppskotinum var bilasølan Nordcar. Bilasølan setti fyrst og fremst spurnartekin við, hvussu “grønir” bilarnir eru, alla tað tíð tungolja verður nýtt at framleiða el til at løða bilarnar.
Nordcar vísti eisini á, at hetta vil føra til eina einstáttan av bilalandslagnum í Føroyum. Sambært Nordcar eru 75 % av elbilunum, sum verða seldir í Danmark antin Tesla ella Nissan og eingin orsøk er at halda, at tølini vera annarleiðis í Føroyum. Útboðið av bilum fer tí at avmarkast nógv.
Harumframt sigur Nordcar, at bilasølurnar verða noyddar at gera íløgur í nýggj verkstøð til elbilarnar og at talan tá lættliga er um eina góða millión fyri hvørt bilmerki.
- Um vit skuldu gjørt hesar íløgurnar, er tað sjálvsagt, at vit mugu heinta hana inn aftur frá kundanum. Tað hevði tí merkt, at verkstaðsrokningarnar hjá brúkarunum høvdu hækkað munandi, skrivar Nordcar í sínum hoyringssvari.