Elbilar meira atkomuligir enn áður

Elbilar eru ikki eins dýrir, og teir plagdu at vera

Seinastu árini er úrvalið á elbilum vorðið munandi størri, og alsamt fleiri bilaframleiðarar hava nú elbilar á vørulistanum. Hetta merkist eisini aftur á prísstøðinum, og elbilar kunnu nú kappast við vanligar bensinriknar bilar í prísi.

Martin Andreas Kruse, sum eigur og rekur nýhugsan.fo, vísir á nýggja id.3 bilin sum dømi um elbil, sum er á sama prísstøði sum vanligu bensin bilarnir.

– Volksvagen kemur út við id.3 bilinum nú. Hann er, sum teir sjálvir siga tað, príssettur sum ein væl spekkaður Golf. Id.3'arin er sum teirra triði bilur til fólkið. Fyrst kom boblan, síðani kom Golfurin, og id.3'arin er skiftið hjá Volksvagen til ein grønari bil.

Meira er at lesa um umhvørvi og elbilar í Vikuskiftissosialinum, sum kann lesast her.