Elbilar verða framvegis mvg fríir

Men broytingar verða við avgjøldum á øðrum bilum, sum undanfarna samgonga metti at vera »grønar«.

 

Eitt tað fyrsta lógaruppskotið, sum verður lagt fyri Løgtingið verður at leingja mvg frítøkuna av elbilum, sum fór úr gildi á nýggjárinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hann sigur, at nýggja lógaruppskotið byggir á tað uppskotið frá undanfarna landsstýrið, sum fall burtur, tá løgtingsvalið varð útskrivað. Tá var ætlanin at leingja lógina í tvey ár, sum fór úr gildi á nýggjárinum.

Fyri tveimum árum síðani gjørdi landsstýrið ta broyting, at eisini plugin hybrid bilar sluppu lættari við gjøldum soleiðis, at teir eisini fingu avsláttur á sama hátt sum elbilar, tó við lægri upphædd. Grundgevingin var, at teir eisini vóru »grønir« og áttu at fáa avgjaldslætta eins og elbilar.

Funnist hevur verið at hesum, tí bilar, sum brúka brennievni, eru ikki »grønir«, hevur verið ført fram. 

Og tann partin av lógini ætlar landsstýrið at broyta aftur. Í fyrstu syftu verður lógin tó longd, men um nakrar mánaðir fara avgjøldini á plugin hybrid bilarnar aftur at hækka. 

Annars verður lógin longd, so hon verður galdandi fyri 2023 og 2024. Síðani hækka gjøldini nakað, fyri síðan at detta heilt burtur í 2028, tá vanligt avgjøld verða á elbilar eisini.