Eldraøki – visjón og rættindi

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna
-----

Løgtingi hevur viðgjørt eitt álit, um hvussu vit orða ein eldrapolitikk, fyri alt landið.
Áliti er sera yvirskipað, við nógvum føgrum orðum og einari visjón fyri eldrapolitikkin.
Visjónin fyri politikkin er
• at tryggja teir karmar, sum kunnu stimbra, at eldru borgarnir í Føroyum framhaldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív
• at teir borgarar, sum hava tørv á hjálp, fáa eina dygdargóða tænastu, sum tekur atlit at sjálvsavgerðarrætti og virðileika hins einstaka
• at stuðla einstaka borgaranum í at vera sum longst í egnum heimi, ella so leingi, hann ynskir tað, og hevur møguleika fyri tí, og
• at byggja brýr millum ung og gomul, og harvið styrkja samhaldsfesti millum ættarliðini

Sakni eina orðing í visjónini um, hvat fyri rættindi og tilboð tey eldru skulu hava í einum framtíðar vælferðarsamfelagið, og at hesi rættindi skulu vera lógarfest.
Visjón um vælferðarsamfelagið er ein kontrakt millum borgarar landsins, ein samhaldsføst kontrakt, har vit øll hava nøkur universel rættindi, millum annað :

• at allir borgarar hava rætt til tær somu veitingarnar, uttan mun til inntøku og sosiala støðu.
• at tað almenna skal tryggja øllum borgarum eins tænastu og tilboð, ábyrgdin skal ikki liggja hjá privatum hjálparfelagsskapum ella familjuni

Meginreglan má verða, at tú eftir eitt langt arbeiðslív, og sum borgari í einum vælferðarsamfelagið, hevur vunnið tær nøkur rættindi. Um tann einstaki tekur av, ella ger krav uppá hesi rættindi, er upp til tann einstaka. Men tú hevur onki val, um tú ikki hevur nøkur rættindi.

Ongin borgari skal kenna seg sum ein byrða, hvørki fyri samfelagi ella sína familju. Tað at vit taka hond um hvønn annan, skal ikki verða av neyð, men tí vit hava hug og møguleika til tað.

Í dag er tað tíverri so, at nógvar familjur eru strongdar og kanska eisini fíggjarliga illa fyri, tí samfelagi áleggur teimum, serliga kvinnunum, at hava ábyrgdina av sínum eldru, tí samfelagið ikki hevur nakað tilboð til tey.

Tað er ikki í samsvar við meginregluna hjá ST um virðileika, tí tað er ikki virðiligt fyri tey ið eru eldri, um tey kenna seg at verða ein byrða fyri sína familju. Tað er heldur ikki virðiligt fyri familjuna, at hava ringa samvitsku og kenna seg strongdan, tí tey kanska ikki megna hesa uppgávuna.

Tað eru nógvar familjur, sum onki hava ímóti at taka sær av sínum, tvørturímóti vilja tey fegin verða ein partur av gerandisdegnum hjá teirra eldru. Trupulleikin er, at tey megna ikki at hava hesa ábyrgdina hvønn einasta dag og alt samdøgri. Tí mugu vit hava dagtilboð til okkara eldru, so tey avvarðandi sleppa til arbeiðis, og skipanir mugu eisini setast í verk, so tey avvarðandi kunnu avlastast um náttina.

Langt millum orð og veruleika
Álitið leggur upp til eina hugburðsbroyting, og nýggja tilgongd á eldraøkinum ið snýr seg um, at øll tænasta og allur stuðul grundleggjandi eigur at taka støði í eini
• fyribyrgjandi
• heilsufremjandi og
• endurmennandi
tilgongd til einstaka borgaran .

Hetta ljóðar alt avbera gott, men langt er ímillum hesi føgru orð og veruleikan.

Í dag er støðan tann, at landið nærum onki hevur gjørt við fyribyrging og endurmenning í nógv ár. Heldur hava hesi tiltøk verið spard burtur, enn nakað annað.
Tað sum er hent innan hetta øki er, at tær kommunur, sum orka, hava roynt at raðfest fyribyrging. Veruleikin er tó tann, at játtanin til rakstur, av eitt nú nýggju røktarheimunum, er so tepur, at hon ikki røkkur til stórvegis fyribyrgjandi arbeiðið.

Seinnu árini, er tað gleðiliga hent, at økisterapiin og heimatænastan eru byrjaðar at arbeiða fyribyrgjandi, í nærum í øllum økjum í landinum. Tað eru sera eldhuga starvsfólk, ið brenna fyri hesum arbeiðið, og gera sítt ítasta. Henda skipan, er tó ikki útbygd um alt landi. Okkum manglar eina yvirskipaða ætlan, ið ásetur, eftir hvørjum meginreglum fyribyrgjandi arbeiðið skal fremjast. Tað kann ikki vera meiningin, at hvør av teimum 30 kommununum, hvør í sínum lagi, skal seta orð á hvussu skipanin skal fremjast. Nakrar felags meginreglur mugu verða, hóast tað sjálvsagt, skal verða rúmd fyri at útinna skipanina eftir lokalum fortreytum.

Longst í egnum heimið setur krøv til heimatænastuna
Allur eldrapolitikkurin byggir á, at okkara eldru skulu verða sum longst í egnum heimið. Hetta ferð at seta stór krøv til heimatænastuna. Eina tænastu sum í dag manglar 1400 tímar um vikuna, fyri at kunna geva verðandi brúkarum tað tænastu, ið tey eiga at fáa. Hartil er lagt er upp til, at hetta øki skal spara 12,3 milliónir komandi árini. Hetta hongur ikki saman.

Heimatænastan má uppraðfestast munandi og gerast meira fleksibul, um fólk skulu verða sum longst í egnum heimi. Tænastan eigur at taka støði í tí einstaka og hennara tørvi. Tað kann ikki verða rætt, at ein ikki kann fáa tað sum ein hevur tørv á, men okkurt tilboð sum líkist. Tað má lógarfestast hvørji tilboð ein hevur rætt til, um ein velur at vera í egnum heimið. Fyrsta fortreytin fyri, at tað skal eydnast, at fólk velja at vera heima sum longst er, at tey kenna seg trygg við, at tey fáa eina ávísa tænastu/ tilboð.

Henda tryggleikan hava tey ikki í dag, har tænastan er munandi skerd og skal skerjast enn meira komandi árin.

Eitt vælvirkandi eldraøki
Arbeiðsbólkurin mælir til, at greiða verður fingin á myndugleikaviðurskiftini á økinum, so vald og gjald fylgjast at.

Loysnin hjá samgonguni er, at leggja eldraøki út til kommununnar í 2014 !

Spurningurin er, um hetta, at tveita eldraøki út til kommununnar í óðum verki, ikki ferð at økja um hesar trupulleikar, heldur enn at loysa teir ?

Munurin verður bert, at nú hevur landið slept endanum og ábyrgdini, og latið hana yvir til kommunurnar, stórar og smáar. Nakrar kommunur, ið eru sera ymiskar bæði í stødd og fíggjar- umsitingarorku.

Samgongan hevur lagt upp til, at nú ongin kommunusamanlegging var framd, so skal eldraøkið umsitast av tí størstu kommununi í økinum. Hetta kemur fleiri staðni í landinum at merkja, at tann kommunan ið kemur at umsita øki, ikki er tann kommunan, ið hevur brúkt mest orku uppá at útbyggja eldrarøktina. Tað kann verða ein sera óheppin loysn. Í hvussu so er tríggjar fortreytir eiga at verða tilstaðar, um økir verða løgd út til kommununnar.

Stórar kommunueindir
Tann fyrsta fortreytin er, at landið er skipað í nakrar fáar stórar eindir. Tilgongdin við at leggja kommunur saman, er skotin langt fram í tíðina, av júst hesi samgonguni. Tað er ørskapur at leggja eitt so stórt og týdningarmikið økið út til 30 kommunur, ið hava sera ymiskar fortreytir.

Gjøgnumskygni og fígging
Næsta fortreytin er, at økið er gjøgnumskygt og at fíggingin er samhaldsføst. Í dag er eldraøki sera fløkt og ógjøgnumskygd, vit hava heimatænastu, sjálvsognarstovnar, kommunalar og landsstovnar. Vit eiga, sum tað fyrsta, at samansjóða allar hesar tænastur, og fáa ein gjøgnumskygdan bygnað. Tað kann undra, at samgongan hevur lagt Almannastovuna og nærverkið saman, men heldur tann partin av nærverkinum sum er eldraøki, liggja uttanfyri. Hetta ferð at hava tað avleiðing, at heldur enn at gera eina fløkta skipan greiða og gjøgnumskygda, so verður fløkjan løgd út til 30 kommunur, ið hvør í sínum lagi, skulu finna útav, hvussu fløkjan verður greidd. Hetta tryggjar ikki, at vit fáa eins tænastu kring alt landið.

Hvussu eldraøki skal fíggjast veit ongin. Samgongan hevur innført flatskatt og forskatta pensjónirnar. Hetta er við til, at máa fíggjarliga grundarlagi undan kommununum. Pensjónsskatturin ið skuldi verða við til at fíggja eldraøki, ferð nú allar sum hann er í landskassan og verður brúktur her og nú. Bert í 2012 mistu kommunurnar 80 milliónir av hesi orsøk.

Eldralóg við rættindum og tilboðum
Triðja fortreytin er ein eldralóg, við rættindum og skyldum. Ein lóg, ið er við til at áseta hvørji rættindi til veitingar og tilboð, um røkt okkara eldru borgarar hava. Ikki minst, ein lóg ið tryggjar, at vit fáa eins tænastu kring alt landið. Javnaðarflokkurin ynskir ikki, at vit fáa eina eldrarøkt, ið ger okkara eldru til A og B borgarar, alt eftir um teir búgva í eini ríkari ella eini fátækari kommunu.

Tí vil Javnaðarflokkurin mæla frá at leggja eldraøki út til kommununnar í 2014. Vit mæla til, at ein bygnaðarlig samansjóðing av eldraøkinum verður framd, og at vit fáa samtykt eina eldralóg. Tá ið hesi ting eru framd, so ber til at viðgerða hvar eldraøki skal liggja í framtíðini.