Í Føroyum er ongin lóg, ið tryggjar, at tey eldru, ið hava tørv á røkt, fáa hana. Í samband við fleiri aðrar skipanir, sum til dømis við pensjónum, barnaansing og sjúkrarøkt, verður stórur dentur lagdur á, at tað ikki er ein álmussa, men ein rættur at fáa hesar tænastur.
- Í er ongin lóg, har tað er ásett, at ert tú gamal og hevur tørv, so hevur tú rætt til røkt, staðfestir Halgir Winther Poulsen. Hann vísir somuleiðis á, at í Danmark er ein lóg um hetta, sum ásetur, at hevur ein persónur tørv á røkt, so skal kommunan veita viðkomandi innivist innan tveir mánaðir.
- Men eg eri ikki vísur í, hvussu henda lógin verður fylgd, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann sigur somuleiðis, at tað er tilvildin, ið ræður í Føroyum, og at mongdin at tilboðum til tey eldru, bara verður ávirkað av játtanini, sum landsstýrisfólkið á økinum fær eitt ár.
Fá ommu á sjúkrahús
Hinvegin er lógin í Føroyum soleiðis, at megnar mann at fáa fólk innløgd, so hongur landið upp á tey, líka til tey eru før fyri at koma heim.
- Skalt tú tryggja ommu tíni røkt, so skalt tú finna ein barmhjertigan lækna, sum finnur okkurt at innleggja hana fyri, sigur løgfrøðingurin. Hann leggur afturat, at hetta ongantíð kann vera ein varandi loysn – tí mann sær trupulleikarnar á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum – men at hetta veruliga kann hjálpa í ávísum førum.
Ongin lóg
Nógv hevur verið tosað um, hvussu stóran part av eldraøkinum kommunurnar skulu gjalda í mun til landið.
- Í løtuni er ongin lóg á økinum. Tað hevur ongin verið í gildi síðan 1. januar, staðfestir løgfrøðingurin. Hann vísir tó á, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, arbeiðir við eini loysn, har landið skal gjalda 800.000 krónur fyri hvørt fólkið á einum búplássi. Fram til 1. januar, var hetta tal 500.000 krónur.
Men í dag er ongin lógarfestur stuðul.
Hjálpir at klandrast
- Vit síggja, at har landið hevur verið mest sinnað at hjálpa, er har størst klandur er. Í Sandoynni hevði ongin ráð at lata heimini upp og tí var ein royndarætlan gjørd, har landið seinni skuldi gera eina eftirmeting. Hon er mær vitandi ikki gjørd, sigur Halgir Winther Poulsen. Somuleiðis nevnir hann dømið í Suðuroynni, har ein skúli avgjørdi lagnuna hjá einum røktarheimi, sum bara helvtin av oynni vil lata fólk til.
- Tað er tó eisini dømi í Norðurstreymi, har kommunan sjálv ger okkurt, men eg nevni bara hesi dømi, tí tað sýnir ruðuleikan á økinum.
Lógarkaos
Sambært Halgiri Winther Poulsen er tað soleiðis, at lógarsmíðið á økinum veruliga er aftur út siglt í mun til restina av samfelagsbygnaðinum.
Uppskotið hjá Halgiri Winther Poulsen er fyrst og fremst, at landið má nýta meiri pening til tey eldru, men at langtíðarloysnin má vera at smíða eitt lógarverk, sum er samanhangandi.
- Á fundinum í gjár var eitt uppskot frammi, um at savna alt undir ein hatt, men hetta er helst ov skila gott til at verða samtykt, sigur Halgir Winther Poulsen. Hann vísur eisini á, at trupulleikin hjá teimum eldru, í stóran mun, at tey vanliga ikki rópa nóg hart, og tí hendir so lítið á eldraøkinum.