Eldrarøkt í Eysturoynni

   

Jóhan Heri Joensen
býráðslimur, stýrislimur í Eysturoyar Ellis og Røktarheimi
???????????????????????????????????????????????

Hóast eg havi havt mínar avgjørdu meiningar á stýrisfundi í Eysturoyar Ellis og Røktarheimi, so hevur tað ongantíð verið mín ætlan at koma út í bløðini at tjakast, men tá ið formaðurin í stýrinum brúkar fjølmiðlarnar til at manipulera við, kann eg ikki annað enn svara aftur.
Bleiv ikki sørt skakkur, tá ið formaðurin í stýrinum fyri ellisheimið í Runavík í Degi og Viku segði frá, at eldrasambýlið hjá Runavíkar kommunu nú fór at taka ímóti fólki av Røktarheiminum. Dement úr Eysturoynni kundu nú koma inn á heimið hjá Runavíkar kommunu.
Sjálvur siti eg í stýrinum og veit einki um hesa avgerð. Eg veit bert, at stýrið so dyggiliga segði nei takk til, at Eysturoyar Ellis og Røktarheim skuldi leiga húsið frá Runavíkar kommunu.
Tað skal heldur ikki verða nøkur loyna, at stýrislimirnir nú hava fingið nokk av tí loyniliga virkseminum, sum fer fram aftan hurðabak.
Eg undrist eisini stórliga yvir, hvussu Runavíkar kommuna kann bjóða nakað sum helst til onnur, teir klára so langt frá at loysa sína egnu uppgávu..
Sum dømi kann eg taka, at í mun til fólkatalið, so eigur Runavíkar kommuna at hava 13 fólk á heiminum og hevur 15. Fuglafjørður eigur at hava 8 og hevur 3. Er nakað at siga til, at vit reisa okkum upp á bakbeinini, nú Runavíkin bjóðar seg fram sum tann miskunnsami samariubúgvin.
Eisini varð sagt, at tá ið eldrasambýlini í oynni vóru liðugt bygd, so varð tørvurin í Eysturoynni nøktaður. Sjálv veitst tú fullvæl, at hetta er manipulatión, sum skal tæna einum ávísum endamáli, sum bæði tú og eg vita, hvat er.
Bert í Fuglafirði hava vit minst 12 + 3 fólk, sum eiga at vera á røktarheimi og ikki á sambýli. Sama skili er eisini í øðrum bygdum. Sambýlini eru ikki bygd sum røktarheim, men verða tíverri nýtt til tað.
Nei takið tit fyrst ábyrgdina av tykkara gomlu á egnar herðar - loysið egnar trupulleikar - komið so og bjóðið burtur av avlopinum, tá skulu vit eisini taka ímóti við virðing og gjalda fyri tað.
Í heyst bjóðaði demensfelagið kommunustýrislimum til ein sera góðan fyrilestur í kommunuskúlahøllini í Havn. Har varð millum annað sagt, at tey dementu skuldu so vítt møguligt ansast í nærumhvørvinum og helst í smáum eindum.
At øll tey dementu í Eysturoynni nú skulu goymast burtur úti við Toftavatn, eiga vit øll at seta okkum ímóti. (Skeytið er tinglisið við servituttinum, at tað bert skal nýtast til eldrarøkt.) Økið, byggjast kann á, er eisini stórt.
Við at lesa skjalatilfarið, sum hoyrir til sakina um Vistarheimið, kann ein ikki annað enn undrast yvir avgerðirnar, sum tiknar eru. Almannamálaráðið (Sámal Petur í Grund), hevur sjálvt/sjálvur við sakkønari hjálp so inniliga biðið um at verða drigið upp á tráð í hesum máli.

Moralur:
Eru vit líka fyri lógini - ella eru summi meira líka??????