Hvønn dag hoyrir man um problemir við eldrabylgjuni.
Man sær fyri sær eina sunami av pensionistum sum bólta inn yvir teg og siga:
“Nú koma vit og eta pengarnar hjá tær, sum tú skuldi brúka til flatskermin!”
Seinast kom landsbankastjórin og fortelur okkum, at tað verður ikki ráð hjá samfelagnum at betala pensiónina hjá “bylgjuni” um nøkur ár.
Slutur og vrøvl !!
Nú má tað einaferð med alla sláast fast, at pensiónsútreiðslurnar í dag eru procentvís minni partur av samfelagsframleiðsluni enn tær vóru fyri t.d. 10 árum síðan.
Altso aftur ein spurningur um fordeilingspolitikk.
Pengarnir eru har og vera har .Spurningurin er bert um vit unna pensionistunum teir
ella vit sjálvi vilja hava enn meira av køkuni.