Eldru rikin av bygdini

Samrøða við Jógvan Gregersen bygdaráðsformann í Gøtu í Sosialinum tann 6. mai: Haraftrat vísir bygdaráðsformaðurin á, at fleiri av teimum gomlu, hann hevur tosað við, als ikki ætla at flyta inn í nakað sambýli. Tey ynskja at búgva heima.

Henda nágreiniliga kanning um tørv til eldrarøkt er ivaleyst orsøkin til, at starvsbólkurin, sum valdur varð at tala sak teirra eldru fyri stuttari tíð síðan skrivliga fekk upplýst, at als eingin skipaður eldrapolitikkur er í Gøtu kommunu. Millum linjurnar kundi lesast, at tí vóru hyggjuráð at bróta niður ta eldrarøkt, sum teir tríggir stigtakararnir Rigmor Thomsen, Haldis Eikholm báðar úr Norðragøtu og Esmar Jacobsen úr Syðrugøtu fingu í lag við at stovna eldrafelagið Gøtubrá tann 8. okt. 1994. Føroya Landsstýrið veitti felagnum bestu sømdir, men frá Gøtu bygdaráð var einki at heinta. Skuggavald í lonini og loki fleyg millum sillar.

Bara fýra tímar um vikuna nýta tey gomlu húsið, upplýsir harra Jógvan Gregersen, borgarstjóri, hví ikki upplýsa, at bygdaráðið við síni køldu hond hevur forða felagnum at fremja ætlan sína í verki. Eitt lítið brot úr brævinum sum sent er bygdaráðnum hesum viðvíkjandi.

Ein slík miðstøð kann nýtast til fleiri endamál, til gagn og gleði fyri okkara sambýli - avlasting - útskrivaðar sjúklingar, sum eina tíð krevja eyka røkt og hvíld, tilboð um dagtilhald, ítriv og hugnaliga samveru - til útbering av mati til tey, sum hava tørv á tí, o.m.a. Húsið kundi soleiðis viðvirka til, at tey eldru kunnu støðast longri í egnum heimi.

Gøtu kommuna hevur um 900 íbúgvar, harav sambært hagstovuni fýrati børn í væl skipaðari barnaansing.

Harra Jógvan Gregersen, borgmeistari, um tú heldur teg til reglugerð frá yvirheilsunevndini um barnagarðar, so vilja 150 m2 gólvvídd ríkiliga nøkta tørvin. Samlað gólvvídd á húsinum tekst um 450 m2 hartil eigur kommunan læraraíbúðina vídd 130 m2, har er 2,5 m millum syllar t.v.s. at Gøtu kommuna eigur umleið 580 m2 gólvvídd, sum nýtast kunnu til kommunal endamál. Gev so barnagarðinum 180 m2, tá eru 400 m2 eftir.

Rúm er meira enn nóg mikið bæði til eldrarøkt og barnagarð, men borgmeistarin er ítróttarmaður, ein frísk sál í einum frískum likami, og hetta er sportur, stuttligt at síggja, tá tey gomlu fara sjølkandi út um garðarnar. Hvussu er tað Nordahl Grieg sigur:


De strøk fra sit hjem

og kjøpte med andres tårer

og blod

fornøjelsen ved at herke

et år eller kansje to.


Ein sonn sjúklig gleði at kunna vísa seg sum eirindaleys og valdsharra.

Jú, harra Jógvan Gregersen, borgmeistari, í dag ert tú sjónskur at fáa eyga á. Øll bygdin sær teg, alt Føroya fólk sær teg, langt út um landoddarnar er navn títt kent, er ritað við rúnum í Føroya søgu.

Frá fyrireikingarnevndini til eldraárið kemur bókaverk, sum skal lýsa riðferð myndugleikanna av teim eldru og aldrandi.

Hvørji eru so hesi, harra Jógvan Gregersen, borgmeistari, tú sambært tíðindabera tínum, sjálvan krossmessudag, lýsti útlagin at vera.

Hatta er í stóran mun døtur og synir teirra, sum sleipaðu tilfar til 1890 og 1929 skúlarnar, sum strevaðu og bygdu fyri eina tímaløn, sum gekk undir heitinum pliktarbeiði.

Hetta eru nakrar av teimum, sum við tøling skaptu fígging til tann tá nógv umtalaða skipstroyggjutrolarin, sum meira enn annað gjørdi, at tú nakrantíð varð loystur úr reivi.

Harra borgmeistari, legg teg á knæ, falda hendurnar og takka tínum skapara, sum sendi hasi fólkini at rúmka tær ræsur.

Lat tey so fara stetlandi út um bøgarðarnar at søkja sær skýli hjá grannakommununum, men tú harra Jógvan Gregersen, borgarstjóri, stendur eftir í søguni, eisini um túsund ár.

Søgan endurtekur seg - trúarstríð, og øll minnast søguna um dapra leikin á helluni í Dímun. Havi tó altíð roynt at borið yvir við tilætlaðu niðingsgerðini móti dreingjunum, tí Tróndur var heiðin blótmaður og kendi ikki til annað enn myrkusins siðalæru, men ár 1999, lýst sum ár teirra eldru um allan heim og so hetta. Tey eldru rikin úr kommununi. Hvør eigur eitt forsvar fyri slíkum, uttan so, at makt ella rættari maktmisbrúk er rættur í sjálvum sær.

Harra Jógvan Gregersen, borgmeistari, fáur, um nakar, trý uppá títt Soria Moria slott um fýra ár.

Á helluni í Dímun var tó ein hóast blótmaður og heiðin, sum bøtti fyri. Her eigur Føroya landsstýri at royna seg, ella er eingin Svínoyar-Bjarni í okkara kristna landi í dag.

Petur E. Mikkelsen

Syðrugøta