Tað varð Anna Louisa Joensen, sum fekk Grønu gávuna frá matstovuni Etika.
Tað varð kunngjørt á pallinum á Vaglinum fyrr í kvøld, beint áðrenn at grøna konsertin byrjaði í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu.
Gávan, ella virðislønin, er 45.675 krónur, sum matstovan Etika hevur savnað inn við at selja føroyskt vatn við japanskum koli í.
Anna Louisa Joensen er sjúkrarøktarfrøðingur, men hon arbeiðir eisini við lív og sál fyri at bjarga føroyska rossinum.
- Tað er ikki smávegis hon leggur á seg sjálva fyri at royna at bjarga rossaslagnum, og fáa føroyska rossið til heiður og æru aftur í Føroyum, segði Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráði, tá ið hon handaði virðislønina.
- Hon stríðist fyri at finna rossunum beiti, hon eggjar fólki til at taka sær av rossunum, og ikki minst knossast hon við at fáa rætta greðingin til røttu ryssina.
- Dagliga sæst hon á Kirkjubøarvegnum saman við ungdómum og roynir at halda teimum halda til at nýta føroysku rossini, og ikki gloymir hon summarstevnurnar.
- Har møtir hon trúliga upp við rossum og hjálparfólkum, so at fólk kunnu fáa høvi til at royna ein túr á føroyskum rossi.
- Arbeiðið ber ávøkst, ein av hennrara ungdómum hevur havt sera gott úrslit í kappríðing á føroyskum rossi, og føroyski rossastovnurin er øktur nógv seinastu árini.
Tað lá ikki fyri hjá Onnu Louisu Joensen at taka ímóti virðislønini. Á Myndini er tað ístaðin dóttir hennara, Maria Joensen, vinstrumegin, sum tekur ímóti virðislønini, sum Lisa Nyholm Debes frá Etika handaði henni.