Minst níggju fólk, teirra millum fimm børn, eru deyð í einum eldsbruna í Týsklandi Løgreglan í býnum Ludwigshafen sigur, at átta lík eru funnin inni í húsunum, sum eldur kom í, og aðrar keldur siga, at fimm børn eru millum tey deyðu.
-Vit kunnu tíverri ikki avvísa, at vanlukkan kann hava kravt uppaftur fleiri mannalív, sigur løgreglan.
24 fólk eru flutt á sjúkrahús.
Eldurin kyknaði í gjárkvøldið, og umleið 500 sløkkiliðsmenn hava alla nátt roynt at sløkkja, skrivar AP.