Eldsbrunin nervan ikki ruskinnsavningina

Fyrrapartin var eldur í brennistøðini á Hjalla. Eingin fólkaskaði var og materielli skaðin er avmarkaður. Avtala er gjørd um at IRF tekur ímóti í ruski fyribils, meðan umvælingararbeiðið fer fram. Umvælingararbeiðið er fyribils mett at vara eina góða viku.

Í dag umleið klokkan hálvgum tólv kom eldur í í ovnhøllini á Brennistøðini. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum. Brandalarmurin fór í gongd, og vakthavandi sá nógvan royk í ovnhøllini. Brandstøðin fekk boð umvegis beinleiðis eldávaringarskipanina og telefoniskt frá vakthavandi og var skjótt á staðnum og fekk sløkt eldin.

Aftaná sæst, at eldurin hevur verið kring “innpusharin”, sum trýstir ruskið inn í ovnin. Helst er hol komið á eina hydraulikkslangu, og olja hevur sprænt á onkran heitan lut, sum hevur fest í oljuna. Nakað av materiellum skaða er í ovnhøllini, m.a. á elektriska útgerð, so sum káplar og aðra útgerð, sum er smeltað av hita. Roykskaði er um stóran part av høllini.

Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið á staðnum og avtalað er, at KB kann seta neyðuga umvælingararbeiðið í gongd, meðan TF fær fatur á fólki, sum kann gera reint og hevur serfrøði innan dálking av kloriddampi, sum kann skaða elektronisku útgerðina.

- Í løtuni dugi eg ikki at siga, hvussu long tíð gongur, áðrenn brent verður aftur. Helst verður talan um eina góða viku, sigur Bárður Michelsen, leiðari á brennistøðini.

- Vit hava gjørt avtalu við IRF, sum kann taka ímóti ruski at brenna, so nógv sum til ber. Frá í morgin verður alt húsarhaldsburturkastið koyrt til Leirvíkar at brenna, umframt ruskið frá Endurnýtsluni og møguliga annað rusk, sigur Bárður Michelsen, leiðari á Brennistøðini, í stuttari viðmerking.