Eldur á Hotel Føroyum orsøk til Hafnia

Tað var Christian Restorff, sum stovnaði Hotel Hafnia í 1951. Og tað var av sonnum av tilvild, at tubbakshandlarin, Christian Restoff fór undir hotellvirksemi.

Johan Restorff, fyrrverandi stjóri og eigari á Hotel Hafnia fegnast um tíðindini um, at Hotel Hafnia verður bygt út.

 

– Eg ynski teimum bara hjartaliga til lukku og alt tað besta, sigur Johan Restorff, tá info ringdi til hansara at frætta eitt sindur um søgun hjá Hotel Hafnia.,


Les eisini: Hotel Hafnia verður meiri livandi

Tað var pápi Johan og MC Restorff, Christian Restorff, sum stovnaði Hotel Hafnia í 1951. Og tað var av sonnum av tilvild, at tubbakshandlarin, Christian Restoff fór undir hotellvirksemi.

 

– Pápi hevði als ongar slíkar royndir. Hann hevði nóg illa speilað eitt egg, tá matstovan læt upp, sigur Johan Restorff skemtandi.

 

Christian Restorff hevði tubbakshandilin »Tubbakk«, sum lat upp í 1934, har sum tann niðari parturin av Hotel Hafnia er. Barnaheimið hjá honum stóð eisini har. Seinni bygdi hann ein bygning millum Apotekið og »Tubbakk«, sum nú er tann eldri parturin av Hotel Hafnia.

 

– Pápi hevði als ongar ætlanir um hotellvirksemið. Hann bygdi ein bygning við fýra handilshølum niðast, sum hann leigaði út. Á ovaru hæddunum vóru kømur, sum hann ætlaði at leiga fólki av bygd. Til kømurini var so ein tekøkur. Men hetta gekk ikki so væl, tað vóru ringar tíðir. So hendi tað, at eldur kom í Hotel Føroyar á Kongabrúnni í 1950, og so var einki hotell í Havn. Tá var tað, at fólk spurdu pápa, hví hann ikki fór undir hotellvirksemi, tá hann hevði ein væl hóskandi bygning standi, greiðir Johan Restorff frá.

 

Navnið »Hotel Hafnia« merkir »Havnin« á látíni. Johan Restoff greiðir frá, at fleiri hugskot vóru til navnið.

 

– Men eg meini, at tað var Petur Háberg, sum kom við hesum navninum, sum pápa dámdi so væl.

 

Hotelvirksemið gekst væl, og longu í 1956 varð fjórða hædd bygd oman á hotellið. Í 1964 vórðu gomlu húsini tikin niður og tann sunnari parturin av hotellinum bygdur. Hetta arbeiðið var liðugtí 1968. Í 1979 varð Avhaldið tikið niður og bygt upp av nýggjum til reinsarí og goymslu hjá hotellinum. Avhaldið var gamli bygningurin hjá Havnar Avhaldsfelag – sum brekkan niðan millum Gamla Apotekið og Gamla Bókhandilin, Avhaldsbrekkan, verður nevnd eftir.