Beint eftir klokkan 14 í dag kom fráboðan um ein eldsbruna í matstovuni Áarstova í Havn.
Orsøkin vísti seg at vera ein grýta, ið var kókað yvir, og sum síðani festi í millum skins og hold.
Bæði løgregla og sløkkiliðið í Havn vóru skjót á staðið, og fingu teir sløkkiliðnum bast eldinum rættiliga skjótt.
Tað var tó bert roykur at síggja. Tá vit tosaðu við vakthavandi á Politistøðini fyri løtu síðani vistu tey, at talan mest var um roykskaða.