Fyri stuttum fóru brandbilar ýlandi úr Havnini, men talan var tíbetur ikki um tað stóru vanlukkuna.
Løgreglan sigur, at tey fingu fráboðan um, at eldur var komin í eina gravimaskinu á Hvítanesi. Talan er um eina gravimaskinu, sum er við í arbeiðnum at grava fyri ætlaða Eysturoyartunlinum.
Løgreglan sigur, at eldurin varð skjótt sløktur, og at, sum so stóðst ongin skaði av.