Eldur í asfaltsverki við Tjarnir

Stórur eldur er í asfaltsverki við stórhøllina við Tjarnir

Dagføring kl 20:30: Tamarhald er á støðuni. Jút nú verður roynt at tryggja, at tað ikki kyknar uppaftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

Talan er sum stóran eld, men tað er ikki vandi fyri at eldurin spreiðir seg, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann heitir á fólk, um at halda burtur frá staðnum. 

Hann sigur eisini, at nógvur roykur kemur frá eldinum, men tey síggja ikki so væl, hvønn veg eldurin fer. Men um fólk á leiðini frá Hvítanesi til millum Gilja merkja royk, so er endiliga at siga frá, sigur vaktleiðarin.