Fólk sum koyrdu fram við gamla fjósinum hjá Fritleif bónda á Kambsdali í Fuglafirði seinnapartin varnaðust nógvan royk og eld.
Men talan var um eina ófráboðaða venjing at vita, hvussu skjót sløkkiliðsfólkini kundu koma á staðið.
Sum skilst skuldi fjósið takast niður, og tí bar til at brúka tað til venjing við veruligum eldi.
Tað sigst at venjingina eydnaðist væl.
##med2##
##med3##
##med4##