Klokkan 14:42 bleiv boðað frá eldi í einum sethúsum í Hoyvík.
Sløkkiliðið og politiið eru farin á staðið, váttar vakthavandi á politistøðini fyri in.fo nú. Eisini er sjúkrabilur farin á staðið í so fall, at tað skuldi verið neyðugt við sjúkrahjálp.
Tað er enn ikki greitt, hvussu stórur skaðin er, men har er fólk á staðnum.
Málið skal víðari kannast, og vit frætta uttan iva meira seinni.
Dagføring: Eldur var komin í eina grovkøk. Eingi fólk fingu skaða, men húsini fingu nakað av skaða. Tamarhald fekst skjótt á eldinum.