Eldur er í sethúsum við Norðskála

Løgreglan veit beint nú at siga, at tað er eldur í einum sethúsum við Norðskála í løtuni, og stórt átak er sett í verk.

 

Tað er eldur í einum sethúsum við Norðskála í løtuni.

 

Løgreglan, sum hevur vent sær til miðlarnar fyri lítlari løtu síðan, veit annars einki at siga um, hvussu vorðið er.

 

- Alt átakið er sent avstað, og meira vita vit ikki at siga beint nú, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

 

Miðlarnir fáa einki at vita um, hvørt nakar var í húsunum, tá eldurin kyknaði - ei heldur, hví eldurin er kyknaður.