Eldur í trolara í Hvalba: Nú er eldurin sløktur

Enn er ov tíðliga at siga, hví eldur kom í djúpvatnstrolaran, Steintór í Hvalba

Fyrr í kvøld varð ringt á alarmsentralin at boða frá, at eldur var komin í djúpvatnstrolaran, Steintór. Tað var so heppið, at hann lá við bryggju í Hvalba. Løgreglan sigur, at bjargingarliðið í Hvalba og á Tvøroyri, vórðu boðsend og fyri eini løtu síðani komu boðini um, at eldurin varð sløktur.

 

Løgreglan sigur, at eldurin kyknaði í maskinrúminum. Manning var umborð og tey royndu at sløkkja, ímeðan teir ringdu á alarmsentralin. Men teir á sløkkiliðnum vóru eisini skjótir á staðnu, Løgreglan sigur, at tað gingu sjey - átta minuttir frá tí at tí, at ringt varð á alarmsentralin, til sløkkiliðið var frammi, so tað gerst ikki skjótari.

 

Nú er so tamarhald á støðuni aftur, men tey siga, at enn er alt ov tíðliga at siga nakað um orsøkina til eldin. Tað fer at verða kannað og fyrrenn tær kanningarnar eru lidnar, ber ikki til at siga nakað sum helst um tað.