Eldur í Kalifornia

Fleiri hundrað fólk eru flutt burtur undan eldsbrunanum, sum kann hótta stórbýin Los Angeles.

Teir seinastu dagarnar eru næstan 7.000 hektarar við grasi og runnum norðan fyri Los Angeles farnir upp í royk. Umleið 3.000 sløkkiliðsmenn royna at fáa tamarhald á eldinum, men í gjár søgdu myndugleikarnir, at teir høvdu bara tamarhald á umleið fimm prosentum av eldinum.

Fólk í hundraðtali eru flutt burtur, og fleiri hús eru longu uppkolað.

Eldurin kyknaði í San Fernando-dalinum mikudagin, og hóast fleiri hundrað sløkkiliðsmenn vórðu sendir hagar beinanvegin, breiddi eldurin seg skjótt. Í gjár var roykurin í dalinum so tjúkkur, at fólk høvdu iolt við at draga andan.

Tað regnaði illa í Kalifornia í vár, og gróðurin var tí sjáldsama góður. Men teir seinastu mánaðarnar hevur tað verið óvanliga turt. Tí brennur alt væl, og eitt frískt lot hevur eisini gjørt sløkkiarbeiðið sera trupult.

Uttan fyri Los Angeles eru fólk rýmd úr húsum sínum, og býarpartar sum Oak Park, Box Canyon og Lake Manor eru sum spøkilsisbygdir, skrivar Reuters. Fólk eru farin til vinir og kenningar at vera, meðan onnur hava leitað sær skjól í skúlum og ítróttarhallum. Í gjár stúrdu myndugleikarnir fyri, at eldurin skuldi breiða seg til býarpartarnar Malibu Canyon og Calabasas, har nógv múgvandi fólk búgva.

Fyri júst tveimum árum síðani fóru umleið 3.000 ferkilometrar upp í royk í Kalifornia. Ta ferðina doyðu 22 fólk, og umleið 100.000 noyddust at taka til rýmingar. Tá máttu kalifornisku myndugleikarnir fáa sløkkiliðsmenn úr øllum landinum at hjálpa sær, og 15.000 sløkkiliðsmenn stríddust í vikuvís við eldin. Kortini brunnu 4.500 hús í grund.