Eldur kom í gassfløsku

- Orsøkin var, at ein feilur var í ventilinum á gassfløskuni, og hetta var orsøkin til, at eldur kom í fløskuna, sigur løgreglan.

Seint seinnapartin í gjár kom eldur í eina gassfløsku í Eysturkommunu.

 

- Í fyrstani varð hildið, at tað var feitt frá grillini, sum var runnið niður á fløskuna, sum eldur var í.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hetta vísti seg kortini ikki at vera orsøkin til eldin.

 

-  Orsøkin var, at ein feilur var í ventilinum niðri á gassfløskuni, og tí var eldur komin í.

 

Sum skilst var hetta ein plastfløska. Hol kom eisini á fløskuna, men her var tíbetur eingin spreinging.

 

- Lítið gass var í fløskuni, og her fýsti út úr holinum, men soleiðis, sum vit hava skilt, var ongantíð talan um ógvusligan eld.

 

Løgreglan hevði samband við átaksleiðaran í Eysturkommunu.

 

- Átaksleiðarin kundi vissa løgregluna um, at eingin vandi var fyri, at gassfløskan úr plasti fór at spreingjast, sigur vaktleiðarin.

 

Hvussu tað gekk við tí, sum lá á grillini, tá eldur kom í gassfløskuna, sigur søgan einki um.