Eldur í koyrandi bili

Sunnudagin kom brádliga eldur í ein koyrandi bil.Bilurin var staddur beint við Leitisvatn á Vágoynni.
Politiið í Vágunum veit ikki, hví eldur kom í bilin, men bilurin kolaðist upp allur sum hann var. Ongin fólkaskaði var av eldinum.
Brandmenn vóru við til at sløkkja eldin, men bilurin er so illa farin, at har er onki at síggja, og tí ber ikki til at finna útav, hvør orsøkin til eldin var.