Eldur í Leivsgøtu

Leygarmorgunin stutt fyri miðdag varð sløkkiliðið í Havn boðsent tí nógvur roykur kom úr einum sethúsinum í Leivsgøtu í Havn.

Ein kvinna var í húsinum, men hon varnaðist ikki roykin, ið kom úr skorsteininum. Tað vóru tí grannarnir, ið boðsendu sløkkiliðið og søgdu kvinnuni frá. Hon var skjót á dyr.
Av sløkkiliðsstøðini verður sagt, at talan var um eld í sjálvum skorsteininum, og at vandi ongantíð var á ferð, sjálvt um tað sá ógvusligt uttanifrá. Næstan eingin roykur kom inn í húsini, og eingin skaði stóðst av royki, eldi ella vatni.