Eldur í Norðskálatunlinum

Norðskálatunnilin er stongdur. Eldur er komin í eitt ljósagregat, sum síðani hevur fest í tilfar í eini bingju skamt harfrá. Koyrandi er um Eiðisskarð hvønnn hálva tíma Eldur er komin í tekniskan útbúnað í tunnlinum, og nógvur roykur er í tunnlinum. Veðrið órógvar arbeiðinum hjá sløkkiliðnum, sum orsaka av roykinum, ið skiftir kós alla tíðina, ikki sleppur framat staðnum.

Onki er frætt um, at nakar skal hava fingið skaða í sambandi við eldin.

Tunnilin er sum nevnt stongdur, og fyrstu løtuna varð ferðslan leidd um Eiðisskarð. Síðani varð ferðslan eisini steðga har, tí ein lastbilur fór skeivur. Nú er løgreglan á staðum og dirigerar ferðsluni.