Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan í vesturøkinum í Noregi boð um, at eldur og smáar spreingingar vóru í einum arbeiðsbáti.
Báturin lá við bryggju í Misje í Øygarden, sum tey rópa plássið í Noregi.
Bert 35 minuttir eftir, at hjálp var send á staðið, kundi løgreglan á Tvitter boða frá, at eldurin var sløktur.
Eitt umboð fyri felagið, sum eigur bátin, hevur yvirfyri løgregluni váttað, at tey ikki sakna nakran starvsfelaga - og at eingin var umborð í bátinum, tá eldurin kyknaði.
Eldurin var í stýrhúsinum, og átaksleiðarin, Tatjana Knappen, sigur, at fólk hoyrdu smáar spreingingar.
- Vit fóru inn í stýrhúsið og sløktu eldin. Tað var bara í stýrhúsinum, at eldurin var, sigur Nils Mæland, vaktleiðarin hjá sløkki-og bjargingarliðnum á staðnum.
Hetta sigur hann við Bergens Tidende, og tíðindini vera endurgivin á heimasíðuni hjá eitt nú iLaks.