Um tvey tíðina sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum trailara hjá SL á farstøðini í Havn.
Nýggju stásiligu trailararnir verða hildnir heitir við einum innbygdum oljufýri, og var tað í hesum oljufýrinum, at eldurin var kyknaður. Eldurin hevðik nógvan royk við sær, og sá tilburðurin tí ógvusligur út. Men Suni Vinther støðleiðari á løgreglustøðini í Havn greiðir frá, at eldurin var ikki so ógvusligur, og fingu fólk á staðnum tí skjótt sløkt hann við skúmsløkkjara.