"Eldur í Søldarfirði" hava fleiri fólk skrivað og ringt til Miðlahúsið um seinastu løtuna. Men á løgreglustøðini í Havn siga tey, at tað er loyvdur eldur.
Tí í Søldarfirði hevur onkur fingið loyvi til at brenna deyðagras. Hetta gevur sum vera man nógvan eld og royk frá sær, og hóast tað sær hættisligt út, so er tað ikki vandi á ferð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eisini hjá teimum verður dúgliga ringt um eldin í Søldarfirði.