Í minsta lagi 32 fólk doyðu, og 26 fingu skaða, tá eldur kom í eitt tok í India tíðliga í morgun. Tokið var á veg frá høvuðsstaðnum New Dehli, og tey flestu ferðafólkini lógu og svóvu, tá eldurin kyknaði.
Myndugleikarnir halda, at eitt skammlop var orsøk til eldin, sum breiddi seg skjótt. Bjargingararbeiðið var sera trupult, tí hitin inni í teimum brennandi tokvognunum var øðiligur.
Tokvanlukkur eru rættiliga ofta í India. Fyri tveimum mánaðum síðani doyðu 25 fólk í einari tokvanlukku nærhendis Bangalore har suðuri í landinum. Almenn tøl vísa, at í 2009 doyðu meiri enn 25.000 fólk í ymsum tokvanlukkum kring landið.