Tað er eldur í Trump Tower í New York City, boðar tíðindastovan CBS News frá í dag.
Sambært tíðindastovuni er eldur í einum av ovaru hæddunum í bygninginum. Eldurin byrjaði stutt áðrenn klokkan sjey mánamorgunin, lokala tíð.
Sambært CNBC er eingin komin til skaða og sløkkilið hava tamarhald á eldinum. Ikki er tørvur á at flyta fólk úr bygninginum.
Enn er ikki greitt, hví tað er farið at brenna.
Tað var Donald Trump, forseti, sum bygdi háhúsið árini 1979 til 1983. Bygningurin er 202 metrar høgur.