Skógareldurin hevur serliga gjørt um seg í Griffith Park-lundini í Los Angeles, og myndugleikarnir í býnum bera ótta fyri, at fleiri av teimum kendu býareyðkennunum kunnu fara upp í royk.
Eldurin kyknaði í gjárkvøldið lokala tíð, og myndugleikarnir sendu fleiri hundrað sløkkiliðsmenn við tyrlum at basa eldinum. Kortini breiddi eldurin seg skjótt. Í nátt herjaði hann millum annað eitt bygt øki millum Hollywood og San Fernando Valley, og alla nátt koyrdu løgreglubilar runt í økinum, og í hátalarum vórðu fólk biðin um at fara úr húsunum.
-Sleppið tykkum burtur hiðani, tí eldurin er á veg hendanvegin, róptu løgreglumenninir sambært AP-tíðindastovuni.