Brynjolfur er ein av Føroya kendastu diskarum, og á Ó12 verður møguleiki at uppliva hansara elektroniska univers í Perluni, ið verður gjørdur um til electro café.
Sum nakað nýtt í føroyskum høpi, fór Brynjolfur undir at gera reindyrkaðan elektroniskan tónleik í 1999. Fyrst sum einstaklingur og síða í bólknum Side Effect. Í 2006 gav bólkurin fløgu út.
Stutt eftir flutti Brynjolfur til Keypmannahavnar og ferð kom á tónleikarframleiðsluna.
Á elektroniska pallinum í Keypmannahavn gjørdist hann skjótt eitt kent navn, og hevur spælt saman við tónleikanøvnum sum Trentemøller, Tiesto, Soulwax, Fagget Fairys, Mike Sheridan, Rune RK, Morgen Breum, Kjeld Tolstrup (sála) og mongum øðrum.
Umframt hetta hevur Brynjolfur remiksað bólkar sum Spleen United, Fagger Fairys, Rosa Lux, Alberte Winding, Filur, Kasper Bjørke.
Tónleikurin hjá Brynjolfi er remiksaður av Mike Sheridan, og spældur av einum av heimsins størstu diskarum - Richie Hawtin. Harumframt hevur Brynjolfur framleitt tónleik saman við Kjeld Tolstrup (sála), sum var best umtókti diskarin í Danmark.
Festivalar, ið Brynjolfur hevur framført á eru Roskilde Festivalurin, Distortion Festivalurin, Trailerpark Festivalurin, Elektronisk Karneval og Iceland Airwaves Festivalurin.
Á Distortion 2011 fekk Brynjolfur heiðurin at hava sín egna pall "The Nordic Rave" á festivalinum. Hesin pallur var høvuðspallur tann dagin. 100.000 fólk vitjaðu Distortion hetta árið.