Stefan í Skorini
Av teimum, sum byrjaðu í Klaksvík, vóru fleiri, sum ikki megnaðu at fullføra, og tað sást, at stór minking var í manningini.
Tá ið virðislønirnar vórðu handaðar, tók Kaj Leo Johannesen Eli fram sum dømi um, at tað eisini ber til hjá yngri súkklarum at fullføra eina so harða og drúgva kapping sum Statoil Kring Føroyar. Kaj Leo bað áskoðararnar um at vísa Eli heiður við lógvabrestum fyri eitt megnar avrik. Tað var eisini uppiborið, tí at tað er væl klárað av einum so ungum manni bara at fullføra allar kilometrarnar.
Málið var at fullføra
Eli sigur, at aftaná etapuna í Eysturoynni, setti hann í seg, at hann skuldi fullføra, og tað eydnaðist so eisini. Serliga var Eiðisskarð ein ov stórur biti at svølgja hjá summum, men Eli helt á.
Eli endaði aftast í samlaðu uppgerðini, og hann súkklaði nógv einsamallur, men tað nervaði hann ikki nakað serligt.
Eli Christiansen er júst byrjaður at súkkla og hevur bara vant í tríggjar mánaðir. Hann hevur fingið eina súkklu til láns frá Tórshavnar Súkklufelag, sum hann nýtir í venjingini. Næsta ár er ætlanin hjá honum at venja meira, so at úrslitið kann gerast betri.
Eli býr í Havn og súkklar til arbeiðis í Kaldbak, har hann arbeiðir hjá einum bónda, og tað er ein góður teinur, sigur Eli.