Eli Smith 50 ár

Í morgin, sunnudagin 25. september, verður Eli Smith í Havn 50 ár. Hann er listarmaður, og hevur tey seinastu nógvu árini verið virkin á fleiri listarligum økjum.

Eli er havnarmaður og uppvaksin úti í Grønlandi. Foreldrini eru Sigrun, sum er ættað úr Ullvøruhúsinum í Havn, har hon í mong ár hevði handil, og Napoleon Smith, sum var ættaður úr Vági og í mong ár var málarameistari í høvuðsstaðnum. Tey fingu fimm børn: Jens, Jóhan, Eli, Kjell og Sanna. Jens og Sanna búgva niðri, og Jóhan, Eli og Kjell búgva í høvuðsstaðnum. Nú eru nøkur ár síðani, at Napoleon doyði.
Eli lærdi til radiomekanikara hjá Marstein. Hann var liðugur í 1976, og so var hann til skips í fýra ár. Nakrar mánaðir var hann við Norðborg, og so var hann við Strømeg, sum Espersen í Hirtshals átti.
Hóast listarligu evnini hjá Eli eru eyðsýnd, so gekk tað rúm tíð, áðrenn hann fór at fáast við listarligt arbeiði. Systkini hjá pápanum, Ruth og William, vóru kend listarfólk, og Poli var eisini ógvuliga áhugaður í list.
Eli mundi vera eini tjúgu ára gamalur, tá ið hann í jarni fór at mynda skarvin, sum stendur í garðinum úti hjá forelrdunum. Arbeiðið gekk fyri seg í smiðjuni hjá mammubeiggjanum, Leivi í Ullvøruhúsinum, sum var sera hittinorðaður. Tað tók sína tíð hjá Eli at fáa skarvin lidnan, og so plagdi Leivur at spyrja, um hann nú hevði givið skarvin yvir!
Eli fotograferaði og framkallaði nógv sum heilt ungur. Tað bar áhugan fyri kompositiónum og litum við sær, og so var lopið ikki so langt at royna seg á løriftinum og við blýantinum. Eli var á kunstháskúla í Danmark, og í 1981 luttók hann fyri fyrstu ferð á framsýning. Tað var á Ólavsøku. Síðani hevur Eli fingist nógv við listarligt arbeiði, og hann hevur luttikið á nógvum framsýningum - bæði heima og burturi - og saman við øðrum og einsamallur.
Eitt skifti hevði Eli verkstað, har hann umvældi radio og sjónvarp, men nú eru nøkur ár síðani, at hann fór at nýta alla sína tíð til listarligt arbeiði. Hann hevur havt atellier heima við hús, og nú hevur hann eisini innrættað seg í mobilum atellieri, sum hann ferðast kring landið í.
Tey fyrstu árini arbeiddi hann bara við olju. So var tað akrylmáling, so aftur olja og síðani vatnlitsmyndir. Tær fæst hann framvegis við - eitt nú hevur hann málað evni til frímerkir - men tvey tey seinastu árini hevur hann fyri tað mesta nýtt máling, sum hann sjálvur hevur gjørt. Tilfarið er eitt nú royðugrót og litirnir, sum fáast burturúr, tá ið hann hevur knúst gággur, fliður og annað, sum fæst úr havinum og fjøruni.
Eli er musikalskur. Frá tí hann var heilt ungur, hevur hann verið í sangkórinum í Ebenezer, hann hevur øll árini dupultkvartettini hevur verið til tikið teir hægstu tónarnar saman við Árna av Reyni, og hann er framúr skemtingarsamur, tá ið hann í brúdleypum og øðrum høvum av sama slagi upptraðkar við sangi og fremmandari talu.
Í 1999 fekk Eli Smith barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar býráði. Hann fekk hana fyri barnabókina Sov blítt og søtt. Eli legði til rættis og setti blýantstekningar saman við yrkingunum, ið serliga vóru ætlaðar børnunum.
Eli Smith giftist í 1986 við Britu á Váli. Tey eiga hugnaligt heim í Børkugøtu, har tey búgva saman við børnunum. Napoleon er føddur í 1987, Líggjas í 1989, Anna í 1992 og Sigrun í 1999.
Í sambandi við runda føðingardagin hevur Eli framsýning í Snarskivuni. Føðingardagin verður opið hús í Skúlaheiminum í Marknagili frá klokkan 18.30.