Elias og Óli møta fronskum liði í European League

Sävehof má knógva MHB Montpellier yvir tveir dystir fyri at vinna seg í bólkaspælið í European League

Enn er ein forðing eftir fyri, at Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof kunnu vinna seg í bólkaspælið í EHF European League.

 

27. september spælir Sävehof á útivølli, og 4. oktober spælir Sävehof á heimavølli í Partille móti franska liðnum, MHB Montpellier.

 

Í undanfarna umfarinum vann Sävehof ein samlaðan 79-51 sigur á Potaissa Turda úr Rumenia. So lætt verður tað ikki á hesum sinni, men Sävehof hevur so fyrimunin av, at seinni dysturin móti MHB Montpellier er á heimavølli í Partille.