Sävehof møtir Kristianstad í meistaraskapsfinalunum

Meistaraskapsfinalurnar í bestu svensku hondbóltsdeildini vera millum nummar eitt og tvey í grundspælinum

Tað verður Kristianstad, ið vann grundspælið sum verður mótstøðuliðið hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óla Mittún og teirra liðfeløgum í Sävehof.

 

Spælt verður best av fimm dystum. 

 

Meðan Sävehof vann 3-0 á Ystad í hálvfinaluuppgerðunum, so vann Kristianstad 3-1 á Hammarby.

 

Kristianstad vann grundspælið og Sävehof gjørdist nummar tvey. Tí fær Kristianstad tríggjar heimadystir um finaluuppgerðirnar fara til fimm dystir. 

 

Skráin fyri finalurnar: 

 

20. maj Kristianstad-Sävehof

 

22. maj Sävehof-Kristianstad

 

25. maj Kristianstad-Sävehof

 

(27. maj Sävehof-Kristianstad)

 

(29. maj Kristianstad-Sävehof)