Elias og THW Kiel ruku út úr týsku steypakappingini

THW Kiel var fyri svíðandi tapi móti botnliðnum, HSG Wetzlar

Verandi týsku meistararnir, THW Kiel vóru seinnapartin fyri svíðandi tapi í týsku steypakappingini.

 

Kiel tók á heimavølli í Wunderino-høllini frammanfyri 4.400 áskoðarum móti HSG Wetzlar, ið liggur næstaftast í bundesliguni við bert tveimum stigum. 

 

Miðaloddsini upp á ein sigur til Kiel vóru so lág sum 1,04, og miðaloddsini upp á sigur til Wetzlar vóru so høg sum 11,92.

 

Men tað sást tíverri ikki aftur á vøllinum í dag. Tað eydnaðist Wetzlar við hørðum kropsligum spæli at knógva ein 32-31 sigur. Ein má jú forvalta tað pundið ein hevur.

 

Í steðginum var Wetzlar á odda 19-17.

 

Kiel átti seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist ikki at javna til 32-32 og harvið fáa longda leiktíð.

 

Lokali miðilin, Kieler Nachrichten skrivar, at tað eydnaðist við Tarzan-taktikki (hørðum kropsligum spæli) Wetzlar at vinna á Kiel, og harvið skapa eina steypasensasjón.

 

Elias skoraði trý mál og legði upp til trý mál. Toppskjútti hjá Kiel var Eric Johansson við sjey málum. 

 

(Í løtuni spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin á útivølli móti HC Erlangen í týsku steypakappingini. Meir um tað á in.fo seinni)