Elias, Óli og hinir í Sävehof halda finalukósina

Sävehof vann aðru hálvfinaluni á Ystad á útivølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof høvdu í kvøld torføran útidyst móti Ystad.

 

Talan var um aðru hálvfinaluna í endaspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann dystin 30-27, men leingi leikaði javnt á. Tað var ikki fyrrenn móti endanum, at tað glapp hjá Sävehof, ið var á odda 13-12 í steðginum. Ystad var á odda 25-23 tá átta minuttir vóru eftir av dystinum. Men tá fekk Sävehof gongd á, og við góðum endaspurti sigraðu teir 30-27.

 

Elias setti fimm av seks brotskøstum í netið, og hann legði upp til seks mál, men tað eydnaðist honum bert at skjóta eitt mál í opnum spæli. Við seks málum var Elias tó toppskjútti hjá Sävehof í kvøld.

 

Óli skoraði eitt mál, og legði upp til tvey mál.

 

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen skrivar, at Elias spælir hondbólt sum eingin annar, og hann hevur nøkur ótrúlig upplegg til mál. Handbollskanalen skrivar eisini, at Elias er millum heimsins bestu leikarar í spæli sjey móti seks.

 

Sävehof er nú á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðini, og teir kunnu við sigri á heimavølli í Partille komandi hóskvøld vinna seg í finalurnar.