Tað endaði 3-2 til gestirnar, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá grannunum í Víkingi. Sigurin ber við sær, at Víkingur er topplið við 38 stigum, og at NSÍ er næstfremst við 32 stigum.
Tá ið seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal, legði evnaríki 16 ára gamli Jørgin Nielsen NSÍ á odda 2-1.
Heimaliðið var á sigurskós, inntil tað restaði eitt korter. Tá javnaði Víkingur til 2-2. Málskjútti var Martin Klein Joensen, sum í fjør spældi við NSÍ. Sveinur Justinussen átti uppleggið.
Og í síðsta minutti eydnaðist tað Víkingi at skjóta sigursmálið til 3-2. Málskjútti var Elias Lervig. Hann hevur fyri tað mesta spælt við besta liðnum higartil í ár. Hetta var bara annar dysturin hjá honum á næstbesta liðnum í ár. At hann var á vøllinum allan dystin á tamb í kvøld ber við sær, at hann ikki verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið besta liðið sunnudagin fer at spæla við Margáir.
Sveinur Justinussen legði Víking á odda 1-0, tá ið eitt korter var farið. Martin Klein Joensen átti uppleggið. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Steffan Løkin til 1-1. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin.
Týskvøldið fær Víkingur vitjan av KÍ í Leirvík, og NSÍ fær vitjan av FC Hoyvík.