Elias skoraði fimm mál í 14-málssigri hjá Sävehof

Elias Ellefsen og liðfelagarnir í Sävehof hava eitt sera gott útgangstøðið til seinnu fjórðingsfinaluna í steypakappingini

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof spældu í dag fyrru fjórðingsfinaluna í svensku steypakappingini á heimavølli í Partille móti Alingsås.

 

Úrslitið var ein 35-21 stórsigur til Sävehof, ið sostatt stendur við ógvuliga góðum kortum at vinna seg víðari til hálvfinalurnar undan seinnu fjórðingsfinaluni á útivølli komandi fríggjakvøld.

 

Sävehof var á odda 19-14 í steðginum. 

 

Elias skoraði fimm mál fyri Sävehof í dag. Toppskjútti hjá Sävehof var Sebastian Spante við seks málum. 

 

Týskvøldið klokkan 17.45 spælir Sävehof útidyst móti franska liðnum, Aix í EHF European League.