Elias skoraði níggju mál tá Kiel tryggjaði sær 3. plássið í European League

THW Kiel avrikaði framúr væl í seinna hálvleiki

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava spælt dystin um triðja plássið í EHF European League.

 

Í Barclay´s Arena høllini í Hamburg vann Kiel sannførandi 37-31 á Melsungen. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var støðan javnleikur 18-18. Í seinna hálvleiki var Kiel væl og virðiliga omaná.

 

Elias legði upp til heili níggju mál, umframt at leggja upp til mál hjá øðrum. Toppskjútti hjá Kiel við heili 12 málum var Emil W. Madsen.

 

Klokkan 17 spæla Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt í somu høll finalu móti franska liðnum, Montpellier. Vinnur Flensburg verður talan um annað árið á rað, at teir vinna kappingina.