Elias skoraði trý mál í European League tapi í Kroatia

Sävehof tapti málríkan dyst á útivølli í Kroatia

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir Sävehof taptu greitt annan dystin í European League bólkaspælinum.

 

Sävehof spældi á útivølli í Kroatia móti Nexe. Nexe vann samanumtikið rættiliga greitt 39-31. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-15. 31 skotin mál á útivølli er góðtikið, men tíverri fóru ov nógv mál inn hjá Sävehof í kvøld. 

 

Í teimum evropeisku hondbóltskappingunum er ofta ræðuliga stórur munur á avrikunum á útivølli og á heimavølli, og betri dagar fara at koma hjá Sävehof aftur.

 

Elias skoraði í kvøld trý mál fyri Sävehof. Elias hevði sambært hagtølunum sjey royndir á málið hjá Nexe.

 

Toppskjútti hjá Sävehof gjørdist Rune Schrøder við 10 málum. Alexander Westby skoraði sjey mál fyri Sävehof.

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spælir Sävehof oddadyst í bestu svensku hondbóltsdeildini móti Ystad á útivølli. Ystad og Sävehof hava bæði 13 stig fyri átta dystir.

 

Næsti dysturin hjá Sävehof í European League verður móti franska liðnum, Aix á útivølli 16. november.

 

Í bólkinum hjá Sävehof vann týska liðið, Magdeburg í kvøld 31-27 (18-18) á Aix.

 

Í hesi løtu spæla hini bæði liðini í bólkinum La Rioja úr Spania og Gorenje úr Slovenia.

 

Nexe og Magdeburg hava fýra stig og Sävehof hevur tvey stig. Aix hevur einki stig, og undan dystinum í kvøld høvdu La Rioja og Gorenje einki stig. 

 

Sävehof hevur átta dystir eftir at spæla í bólkaspælinum, harav fýra á heimavølli í Partille.