Elias toppskjútti fyri spælarar føddir aftaná 2000

Datahandball hevur kunngjørt eitt forkunnugt yvirlit yvir mál og upplegg hjá spælarum føddir aftaná 2000

Elias Ellefsen á Skipagøtu er á einum yvirliti í harðari kapping við 17 ára gamla portugisiska stórtalentið, Francisco Costa toppskjútti í evropeiskum felagshondbólti farna kappingarári.

 

Yvirlitið fevnir um hondbóltsleikarar, ið eru føddir aftaná 2000.

 

Tað er Datahandball, ið hevur gjørt yvirlitið. Yvirlitið fevnir um bæði skotin mál og upplegg til mál.

 

Sambært yvirlitinum er Elias besti ungi spælarin við 340 málum og uppleggum. Francisco Costa er nummar tvey við 328 málum og uppleggum.

 

Tríggir danskarar og ein norðmaður eru á yvirlitinum, sum sæst her:

 

##med2##