Elias toppskjútti við 10 málum í European League dysti

Sävehof vann eisini heimadystin móti franska liðnum, Aix í EHF European League

Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, og hann skoraði heili 10 mál tá lið hansara, Sävehof vann 33-31 á franska liðnum, Aix á heimavølli í Partille í EHF European League.

 

Sävehof hevur vunnið tríggjar av fýra dystum í EHF European League higartil.

 

Grundin til sigurin var løgd í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Sävehof á odda 18-14, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað at knógva sigurin heim.

 

Hinir dystirnir í bólki C: Nexe (Kroatia) - Gorenje (Slovenia) og Magdeburg (Týskland) - La Rioja (Týskland) eru í gongd nú.

 

Í løtuni hava Sävehof og Nexe seks stig. Magdeburg hevur fimm stig. Gorenje og La Rioja hava trý stig. Aix er aftast við einum stigi.

 

Sävehof spælir longu aftur hóskvøldið í bestu svensku hondbóltsdeildini, tá Malmø kemur á vitjan í Partille.

 

Komandi týskvøld klokkan 17.45 spælir Sävehof aftur í EHF European League. Tá spælir Sävehof torføran útidyst í Slovenia móti Gorenje.