Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur at síggja á vøllinum í dag í dysti hjá THW Kiel.
Kiel spældi dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti HSG Wetzlar.
Tað eydnaðist Eliasi og liðfeløgunum at vinna dystin 29-27. Í steðginum var Wetzlar á odda 14-13.
Elias skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir.
Füchse Berlin uttan nakran leiklut til Hákun West á Teigum vann fyrr í dag 29-26 (16-12) á Gummersbach á heimavølli.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt vunnu ígjár greiðan 39-31 sigur á Stuttgart á heimavølli. Jóhan skoraði trý mál í dystinum.
Støðan:
##med2##
Kelda: Soccerstand