Forða Hav Atlantic og Hav Nes at leggja at á Sundi

Verkfalsvaktir hava avbyrgt pullartar á Sundi, so skip ikki fáa lagt at

 

– Í samband við, at Hav Atlantic og Hav Nes eru á veg inn á Sund, verða limir í arbeiðarafeløgunum biðin um at møta inni á Sundi frá kl 16:00.

 

Soleiðis skrivar Føroya Arbeiðarafelag á Facebook.

 

Talan er um Hav Atlantic, sum eftir ætlan skuldi vera á Sundi kllokkan 17:00 og Hav Nes, sum eftir ætlan verður á Sundi kl 18:00. Enn er tó einki skip komið.

 

Sambært marinetraffic.com liggur Hav Atlantic inni á Kalbaksfirði út fyri Sandvíkum, meðan Hav Nes liggur eystan fyri Eystnes.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med8##

##med7##

##med5##

##med6##