Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftaná skaðafráveru í fleiri vikur aftur at síggja á vøllinum í dysti fyri THW Kiel í týsku bundesliguni.
Kiel tapti á útivølli 29-30 fyri MT Melsungen, ið var á odda 17-14 í steðginum. Tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum legði Elias upp til Bence Imre, ið javnaði til støðuna 28-28. Elias skoraði eisini til støðuna 29-30 tá 54 sekund vóru eftir av dystinum. So hann var noteraður fyri eitt mál og eitt upplegg til mál (assist).
Kiel er nummar fýra í deildini við 36 stigum. Teir hava fimm stig upp til Flensburg-Handwitt, ið er á øðrum plássinum, ið gevur rætt til luttøku í Champions League komandi kappingarár.
Kiel hevur átta dystir at leika í bundesliguni, so tað skal ganga nógv rætt hjá teimum, um teir skulu røkka Champions League.
Páskaaftan klokkan 15 hevur Kiel dyst á heimavølli móti Eisenach.










