Hesi mistu ting­sess­in á vali­num í gjár

Átta tingfólk, sum stillaðu upp á valinum í gjár, vórðu ikki afturvald

Í Javnaðarflokkinum vóru Eyðgunn Samuelsen og Djóni Nolsøe Joensen ikki afturvald. Tey nummar 8 og 9 á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Heldur ikki Kristianna Winther Poulsen og Hans Jacob Thomsen, sum hava havt sæti á tingi sum varafólk fyri landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum vóru afturvald.

Skuldi Javnaðarflokkurin komið í landsstýrið, so fær flokkurin helst tvey landsstýrisfólk. Og um tey verða vald úr tingmanningini, so verða boð eftir Bjørt Lind og Eyðgunn Samuelsen at taka sæti sum føst varafólk næsta skeiðið í Løgtinginum.

Hjá Tjóðveldur vórðu Annika Olsen og Dennis Holm ikki afturvald. Og tey skulu ikki rokna við, at boð verða eftir teimum, um so er at Tjóðveldi kemur í landsstýrið, tí tey eru á ávikavist 11. og 12. plássi. Eirikur í Jákupsstovu, sum var fyrsta varafólk fyri landsstýrisfólk hjá Tjóðveldi og seinni landsstýrismaður, varð heldur ikki valdur. Men kemur Tjóðveldi í landsstýrið og fær tvey landsstýrisfólk úr tingmanningi, so verða boð eftir Eiriki í Jákupsstovu og Hendriki Egholm sum fasta varamenn á tingi fyri landsstýrisfólk.

Framsókn misti tann triðja tingsessin á valinum í gjár. Og har fall tingmaðurin Karlot Hergeirsson, sum fyrst hevði sæti sum varamaður fyri landsstýrisfólk, men seinni fekk fast sæti, tá Sólvit Nolsø legði tingsessin frá sær. Men tað vera ikki boð eftir Karlot Hergeirssyni varasess fyri landsstýrisfólk hjá Framsókn, tí hann er nummar fimm á listanum hjá Framsókn.