Í dag kom ein onnur av kendu útvarpsrøddunum, Elin Winther Poulsen, úr Kringvarpi Føroya oman á Rás 2 Í síðstu viku byrjaði útvarpsmaðurin, Jón Brian Hvidsfeldt, á nýggju Rás 2 í Miðlahúsinum. Í dag kom ein onnur av kendu útvarpsrøddunum úr Kringvarpi Føroya oman í Vágsbotn.
Talan eru um Elin Winther Poulsen, ið las sína fyrstu tíðindasending upp í studionum á loftinum í Miðlahúsinum klokkan 11 fyrrapartin.
Elin Winther Poulsen er útbúgvin løgfrøðingur, men hevur seinastu fimm árini arbeitt sum tíðindakvinna í útvarpinum hjá Kringvarpinum.